Mín fyrsti ringur

Fyri yvir tjúgu árum síðani arbeiddi eg fyri fyrstu ferð við føroyskum seyðahorni. Eg gekk á skúlanum á Giljanesi, evnisvika var á skránni og ein uppgáva var at virka okkurt til úr einum hornpetti.

Hví eg valdi at gera ein ring, minnist eg ikki, men eg minnist luktin. Tað luktaði ikki gott, fyri at siga tað uppá ein penan máta og so støvaði tað eisini illa. Hóast hetta, so var hugurin góður og eg arbeiddi miðvíst fyri at fáa hann lidnan til tíðina. Eg var stolt av úrslitinum og brúkti hann enndá eisini viðhvørt.

Fyri nøkrum vikum síðani sá eg ringin aftur í einari erkju við gomlum 90-ara smúkkum. Eg hevði gloymt alt um hann, men haldi tað er stuttligt at mítt hornarbeiðið fer heili tjúgu ár aftur í tíðina.

Sale

Ikki tøkt

Útselt