Soleiðis fært tú tína hornsmúkku sum nýggja aftur

Viðlíkahald av smúkkum er avgerandi fyri at fáa tær at vara sum longst og ikki minst fyri at tær skulu vera verandi penar.

Silvur vita vit, má pussast reglugliga og goymast væl í tøttum ílatið fyri at tær ikki skulu oksidera.

Horn er nakað heilt annað. Tær flestu smúkkurnar eg havi gjørt eru úr myrkum hornið og tað er pussað púra slætt. Við tíðini kann tað kámast og síggja gráligt út, heldur enn myrkt og blankt. Tíbetur er tað sera nemt at hava við at gera.

Tað einasta tú skalt gera er at metta tað við eitt sindur av feitti. Eg brúki bara púra vanligt húðkrem. Oftast takið eg líka eftir smúkkuni beint eftir eg havi smurt hendurnar inn í hondkrem og Voilà! smúkkan er sum nýggj.

Sí myndir niðanfyri fyri áðrenn og aftaná
Mattar svartar hornsmúkkur
Gamlar væl brúktar ALIAGURLI smúkkur
 
Gamlar hornsmúkkur og krem
Eitt sindur av vanligum hondkremi........
Gomul hornsmúkka sum nýggj

.....og smúkkurnar eru sum nýggjar.

Sale

Ikki tøkt

Útselt