Um ALIA GURLI

 

Aftanfyri ALIAGURLI stendur Gurli S. Joensen, Tilvirkisatstøðingur úr Sandavági. Frá ALIAGURLI fært tú einfaldar hondgjørdar smúkkur. Smúkkurnar eru gjørdar við tí fyri eyga at gagnnýta føroyska seyðahorni til fulnar. 

Saman við seyðahorninum nýti eg 935 Sterling silvur og 14k gull til tær heilt fínu lutirnar. Til tær longu hálsketurnar eru ymiskar ketur nýttar, nágreinilig kunning er í vørulýsingi.

Áhugin fyri føroyska seyðahorninum kom tá eg gekk í skúla til Tilvirkisatstøðing í 2015. Herfrá vaks áhugin og í 2016 fekk eg eitt verkstað heima við hús at arbeiða víðari í og samstundis menna mína vitan fyri hesum siðbundna tilfari. 

Hevur tú spurningar um smúkkurnar, støddarfyrispurningar ella vilt tú senda eina heilsan, so skriva endiliga til gurlisj@gmail.com.

Takk fyri at tú stuðlar hondgjørdum arbeiði.

Sale

Ikki tøkt

Útselt