Smúkkur

Horn er eitt harðført og flott tilfar frá náttúrunar hond og tí er týdningarmikið at fara rætt við tí. Serliga, um tú vilt hava tín hornlut at vara leingi. 
Horn tolir ikki væl vatn, sápu og ov nógvan hita. Tak tí smúkkur av áðrenn tú vaskar hond ella fert í bað.
Ansa eftir ikki at fara ov harðliga við smúkkunum og goym tær í posanum sum fylgdi við, fyri at verja ímóti skøvum. 

Vónandi fært tú stóra gleði av tínari hornsmúkku.

 

Blankt horn
Um horni byrjar at kámast ella sær turt út ber til at fríska upp við at smyrja krem ella olju á.

 

Matt horn

Ansa eftir at einki feitt kemur á oyraringin, hetta kann gera so hornið verður blankt og ikki matt sum tað er nú.

Vaskað við lunkaðum vatni og eitt sindur av sápu fyri at reinsa feitt av.

Sale

Ikki tøkt

Útselt